Mentan

Nýggj Klaverbók til stór og smá

Pauli í Sandagerði hevur gjørt 36 klaverútsetingar av føroyskum løtum umframt lættari útsetingar av egnum klaverkum

2025-03-11 08:35 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin 15. mars kl. 15 verður framløga av nýggju føroysku nótabókini “Klaverbók til stór og smá” eftir tónaskaldið Paula í Sandagerði.

Framløgan er almenn og verður í Hátúni á Tórshavnar Musikkskúla við Landavegin. Pauli verður sjálvur til staðar á framløguni, har klaverskúlanæmingar eisini fara at spæla onkur stykki úr bókini.

Í “Klaverbók til stór og smá” eru 36 klaverútsetingar av føroyskum sangum, vísu- og kvæðaløgum umframt lættari útsetingar av ymsum av Paulasa egnu klaververkum.

Klaverstykkini eru á ymsum torleikastigum – frá stuttum og løttum útsetingum av kendum barnasangum til longri og eitt sindur meiri krevjandi klassisk stykki.

Løgini, sum stykkini byggja á, eru eftir ein hóp av føroyskum tóna- og lagasmiðjum: Jóhannus á Rógvu Joensen, Jógvan Waagstein, Hanus G. Johansen, Regin Dahl, Hans J. Højgaard, Knút Olsen, Jógvan á Lakjuni, Sámal Petersen, Kára Bæk, Steintór Rasmussen, Anniku Hoydal, Eivør og Eyðun Nolsøe. Føroysku fólkaløgini eru t.d. ‘Regin smiður’ og ‘Nú liggur ein kavafonn tindi á’.

Bókin er ætlað bæði sum eitt føroyskt "ískoyti" til undirvísing í klaverspæli og sum ein bók við smáum klaverstykkjum til ein og hvønn at hugna sær við framíhjá.

Øll stykkini hava fingrasetingar, og Bárður Jákupsson hevur myndprýtt bókina við smáum vignettum.

Mentanargrunnur Landsins og KODA Føroyar/Føroysk Tónaskøld hava stuðlað útgávuni.

Útgevari er nótaforlagið Edition H. Eide, ið Hugin Eide stovnaði fyri trimum árum síðani.

Forlagið hevur áður givið út:

  • Pauli í Sandagerði: Klaververk í úrvali (2022)
  • Regin Dahl: 35 svenskir sangir – fyri tenor-baryton og klaver til yrkingar eftir Erik Axel Karlfeldt og Gustav Fröding (2022)
  • Eli Tausen á Lava: rura, rura – impressions – in a field (klavertónleikur) (2023)

Klaverbók fyri stór og smá verður at fáa í bókahandlunum frá mánadnum. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder