Innanlands

Nýggj lóg gevur Koks fleiri kærumøguleikar

Lógaruppskot frá Sirið Stenberg, sum er í tinginum nú, avtekur friðingarnevndirnar, um tað verður samtykt

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-04-24 16:20 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

18. mars gjørdist greitt, at Koks einans fær loyvi at vera fram við gjónna á Leygnum til septembur í ár. Tvístjørnu-matstovan er tí í rættiligum trupulleikum, tí søkt er um at verða á staðnum í tvey ár. 

Men yvirfriðingarnevndin, sum er hægsti friðingarmyndugleiki í Føroyum, metti seg ikki hava heimild at leingja loyvið hjá Koks, tí ein skúrur, sum stóð aftanfyri matstovuna, einans kundi brúkast til landbúnaðarligt endamál. Koks hevur brúkt matstovuna til køk.  

Les eisini: Bygningurin, sum kom ístaðin fyri henda kassan, er trupulleikin 

Men eitt uppskot frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í Heilsu- og innlendismálum, sum er í tinginum nú, hevði kunna bjarga Koks frá at noyðast at flyta ella steingja í tvey ár, uttan at hava møguleika fyri at kæra málið. 

Vil avtaka yvirfriðingarnevndina 
- Landsstýrismaðurin hevur ta fatan, at tíðin er farin frá eini skipan, har slíkar heimildir eru lagdar til nevndir uttan fyri ta almmennu fyrisitingina. Tað er ein rættartrygd, at avgerðir hjá almennum myndugleika kunnu kærast, antin til hægri fyristingarligan myndugleika ella til eina setta kærunevnd. 

Tað skrivar Heilsu- og innlendismálaráðið í viðmerkingunum til lógaruppskotið um broyting í náttúrufriðing. Í dag er tað yvirfriðingarnevndin, sum hevur evsta myndugleika í málum um náttúrufriðing. Avgerðir hjá yvirfriðingarnevndini kunnu til dømis ikki roynast í rættarskipanini, tí yvirfriðingarnevndin er ein dómaranevnd. 

Men um nýggja uppskotið, sum varð lagt fyri tingið 6. mars í ár, verður samtykt, er tað ikki ein dómaranevnd, sum skal taka avgerðir í málinum. Landsstýriskvinnan skrivar í viðmerkingunum, at heimildirnar hjá yvirfriðingarnevndini høvdu tá ligið hjá landsstýriskvinnuni, sum hevur í hyggju at lata Umhvørvisstovuna heimildirnar at fyrisita. 

Portalurin hevur tosa við løgfrøðingar, sum siga at skipanin tá allarhelst verður soleiðis, at landsstýrismaðurin er kærumyndugleiki, men at avgerðir hjá landsstýrismanninum kunnu leggjast til ávísa kærunevnd. Avgerðir um friðing høvdu tá eisini blivið ein vanlig fyrisitingarlig avgerð, sum møguleiki hevði verið fyri at roynt í rættarskipanini. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder