- Tað er einki at ivast í, at tey tiltøk, sum vórðu sett í verk sambært ferðslutrygdarætlanini í 2007 høvdu eina sera jaliga ávirkan á føroysku ferðslutrygdina. Málið í teirri ætlanini var, at talið av óhappum skuldi minka við 30 prosentum.
- Og tað riggaði. Eftir at skipanin við klippi í koyrikortið og minking av promillumarkinum vórðu sett í gildi, hendi beinanvegin ein stór broyting. Talið av ferðsluóhappum fór niður í helvt.
- Men síðani er talið stagnerað. Og tí er stundin nú eisini komin til at vit seta okkum nýggj mál og seta tiltøk í verk fyri at gera tað uppaftur tryggari at koyra á føroysku vegunum.
Soleiðis segði Lovisa Petersen Glerfoss, stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, tá nýggja ferðslutrygdarætlanin fyri 2019-2027 varðløgd fram fyrrapartin. Nullhugsjónin, sum varð tikin inn í ferðslutrygdararbeiðið fyri skjótt 20 árum síðani er framverandi ýtið fyri nýggju ferðslutrygdarætlanini.
Og aftur í hesi nýggju ætlanini er sett sum høvuðsmál, at talið av ferðsluóhappum skal vera 30 prosent minni í 2027 við støði tølunum frá 2018.
”Hetta merkir nágreiniliga, at talið á ferðsluóhappum við fólkaskaða skal í mesta lagi vera 21 óhapp í 2027”, stendur at lesa í ferðslutrygdarætlanini.
Tey átta fokusøkini
Arbeiðsbólkurin handan ætlanina hevur valt átta øki, sum fokus skal setast á.
Fyrsta fokusøkið er ”ov nógv ferð”, og 29 av teimum 70 tilmælunum snúgva seg um at tálma ferðini, millum annað at gera ferðslutrygdarkanningar, ferðatálmandi tiltøk og meira løgreglueftirlit. Tvey deilmál eru eisini sett fyri hetta fokusøkið:
- Miðalferðin á føroysku vegunum skal lækkast við 2 km/t í 2027 í mun til tøl frá 2018
og
- Talið av føroyingum, sum siga seg halda hámarksferðina á føroysku vegunum, skal vera 30 prosent lægri í 2027 í mun til tøl frá 2018.
Annað fokusøkið er ”Rúsdrekka, rúsevni og heilivágur”, og 11 av tilmælunum knýta seg til hetta økið, eitt nú at innføra alkolás í bilar og fáa greiðari reglur fyri útskriving av heilivági.
Eisini her eru tvey deilmál:
- Talið av ferðsluvanlukkum við rúsdrekka/rúsevnum skal vera 30 prosent lægrií 2027 í mun til tøl frá 2018
og
- Hugburðurin hjá føroyingum til rúsdrekka og rúsevniskoyring skal fylgjast við framhaldandi hugburðskanningum.
Triðja fokusøkið er ”Gáloysni”, har boðskapurin eitt nú er ”Koyr bil, tá tú koyrir bil”, altso ger onki annað, sum til dømis at tosa í telefon. 22 av tilmælunum knýta seg til hetta fokusøkið, eitt nú tilmæli 19, sum mælir til at forða fyri, at bilførarin órógvast av ov nógvum skeltum fram við vegnum til dømis.
Onki deilmál er sett til hetta fokusøkið.
Fjórða fokusøkið er ”Manglandi nýtsla av trygdarbelti og hjálmi” við 7 atknýttum tilmælum. Her eru tvey deilmál:
- At kanna og skráseta í hvønn mun trygdarbelti/hjálmur er nýttur í politiskrásettum ferðsluvanlukkum
og
- At fáa til vega neyðugu hagtølini, sum siga okkum, hvussu nógv spenna trygdarbelti og nýta fallhjálm.
Fimta økið eitur ”Bleyt ferðsla (fólk til gongu/á súkkl og prutlkoyrarar). Til hetta økið eru 14 tilmæli, m.a. ferðslufrálæra í dagstovnum og skúlum og súkklubreytir millum bygda.
Trý deilmál eru:
- Talið av ferðsluóhappum við bleytum ferðandi skal vera 30 prossent minni í 2027 í mun til tølinifrá 2018.
- Arbeitt eigur at vera við at fáa til vega betri hagtøl fyri ferðsluóhapp við bleytum ferðandi
og
- Koyrikort til prutl
Sætta fokusøkið er ”Ungir bilførarar frá 18-24 ár). Tað er ein sannroynd at hesin aldursbólkur er yvirumboðaður í ferðsluvanlukkunum, tó ikki nógv meira hesi seinastu árini, sum tey vóru fyri 10 árum síðani. 25 av tilmælunum hava tilknýti til hetta fokusøki.
Eitt deilmál verður sett:
- Tal av politiskrásettum ferðsluvanlukkum við ungum bilførarum skal lækkast 30 prosent í 2027 í mun til tølini frá 2018
Sjeynda fokusøkiðeitur ”Møtióhapp og stakóhapp”. Hetta er óhapp, sum oftast henda uttan fyri bygd øki, og seyðir á vegunum eru ofta orsøk til hesi óhapp. 32 av tilmælunum knýta seg til hetta fokusøkið, eitt nú ”Hegning av vegum millum bygda” og ”møguleikar fyri yvirháling".
Deilmálið fyri hetta fokusøkið ljóðar:
- At fylgja gongdini við ferðsluvanlukkum við fólkaskaða og at fáa til vega betri hagtøl fyri hetta slag av ferðsluvanlukkum – møtihóhapp og stakóhapp – fyri soleiðis at fylgja um/hvussu nógv hetta slag av vanlukkum minkar.
Seinasta fokusøkið eigur ”Ferðafólk” í týdninginum turistar – altso fólk, sum ikki kenna umstøðurnar á staðnum. Eitt nú í Íslandi eru fleiri dømi um álvarsligar ferðsluvanlukkur við útlendingum inniblandaðir. 14 tilmæli knýta seg til hetta fokusøkið, t.d. ”økja um trygdina í tunlum” og ”Hegning av vegnum millum bygda”.
Øll Ferðslutrygdarætlanin kann takast niður av heimasíðuni hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald