Í sambandi við at granskarar á Fiskaaling í eina tíð hava nýtt ílegusekvensering til at eyðmerkja ymiskar verur í sýnum, hevur tørvur verið á einari greiðari mannagongd fyri hvussu slíkar dátur verða viðgjørdar.
Ílegusekvensering verður nýtt til at finna útav hvørjar ílegur eru í einum sýni. Ílegurnar verða samanbornar við dátugrunnar, soleiðis at til ber at staðfesta hvørjum verum ílegurnar koma frá, og samstundis ber eisini til at finna útav lutvísa býtinum av ymisku verunum í sýnunum.
Tað er sera ymiskt hvat fyri slag av sýni talan er um. Tað ber m.a. til at taka sýni úr tarmunum hjá djórum fyri at staðfesta bakteriusamansetingina, og til at síla nógvar litrar av sjógvi fyri at finna útav, hvørjar verur eru í sjónum.
Á Fiskaaling verður arbeitt við ílegum fyri millum annað at kanna mikroalgur og hvalspýggj í sjónum, tí summi av hesum kunnu vera vandamikil fyri alifisk. Fiskaaling granskar eisini ávirkanina av umhvørvinum á bakteriusamanseting í slipu og tarmi hjá rognkelsum. Samansetingin av bakterium í tarmunum hevur stóran týdning fyri heilsuna og kann eisini geva ábendingar um hvørt okkurt ikki er, sum tað skal.
Í mannagongdini, sum er ment til at viðgerða ílegudáturnar hjá Fiskaaling, verður greitt frá øllum tí, sum er neyðugt fyri at koma frá ráum ílegudátum frá starvsstovutólinum og til neyvu samansetingina av verunum í sýninum. Fyrst verður greitt frá hvørji forrit skulu nýtast og eisini hvørjar pakkar til hesi forrit, tað er neyðugt at hava.
Eisini er ein lýsing av hvussu dáturnar skulu vera og hvat slag av dátugrunni til eyðmerking av verunum hesin framferðarháttur egnar seg til. Síðani verður greitt frá hvussu dátur verða lisnar inn í forritini og hvussu dáturnar verða viðgjørdar. Har verður lýst hvussu dáturnar verða góðskutryggjaðar áðrenn hagfrøði verður nýtt til at kanna sýnini. Til endans eru lýsingar av hvussu ein kann gera myndir so sum taksonomisk trø ella stabbamyndir av lutfallinum millum ymisku verurnar í ymsum sýnum.
Vegleiðingin er ikki tann einasta av sínum slag, men hóast nógvir møguleikar fyri dátuviðgerð eru lýstir ymsastaðni, kann tað vera torført at seta saman eina funktionella og dynamiska heildarloysn. Lýsingin av framferðarháttum, og tilhoyrandi frágreiðing, er gjørd fyri at hjálpa við júst hesum. Hetta er tískil fyrst og fremst ein vegleiðing í ymsum grundleggjandi stigum innan viðgerð av ílegudátum við møguleika fyri at broyta og byggja út alt eftir tørvi. Høvundarnir vísa tískil eisini á hvar meira vitan um hetta kann finnast.
Fiskaaling
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald