Innanlands

Nýggj nevnd í Føroya Ferðaleiðarafelag

Arbeiða fyri at menna ferðaleiðarayrkið og fáa skipa viðurskifti í vinnuni

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-02-28 07:31 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroya Ferðaleiðarafelag hevði aðalfund 25. februar. Hilda Thomsen og Jens Mortan Rasmussen stóðu fyri vali.

Hilda Thomsen varð afturvald, Jens Mortan Rasmussen tók ikki við afturvali, og fyri hann varð Samson Højgaard valdur. Bergur Samuelsen og Edny Poulsen vórðu vald sum tiltakslimir.

Nevndin skipaði seg sama dag. Hilda Thomsen heldur fram sum forkvinna, Samson Højgaard er næstformaður, og Bjørg Jacobsen heldur fram sum skrivari og kassameistari.

Føroya Ferðaleiðarafelag er eitt áhugafelag og arbeiðir fyri at menna ferðaleiðarayrkið og fáa skipað viðurskifti fyri ferðaleiðarar í ferðavinnuni. 

[object Object]
Hesi standa á odda fyri Føroya Ferðaleiðarafelag. Frá vinstru Bergur Samuelsen, Hilda Thomsen, Bjørg Jacobsen, Edny Poulsen, Samson Højgaard

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder