
Mánadagin 2. juni letur nýggj matstova upp í Sverrisgøtu 15 í Havn.
Hendan nýggja matstovan í miðbýnum ætlar at leggja eyka dent á skjótan, hágóðsku asiatiskan mat. Maturin verður serveraður sum buffet frá á middegi og út á kvøldið, har nógvir rættir vera at velja ímillum, og møguligt er eisini at fáa take away.
Navnið á matstovuni er ”Aroy” og vendir sær m.a. til familjur og fólk, sum arbeiða í miðbýnum, sum ynskja sær okkurt spennandi til matna í døgurðasteðginum. Stigtakarin til hesa matstovuna eru Naraphorn Chairoek.
- Hugskotið handan matstovuna er at bjóða nakað annað enn tær matstovurnar, sum bjóða tann fína matin, og samstundis dekka ein tørv, sum serliga barnafamiljur hava. Vit eiga sjálvi børn og meta, at tað manglar ein matstova til familjur. Vit kenna til kensluna, at man ikki orkar at vera inni meira við børnunum, men man veit ikki rættuliga hvar man kann fara við teimum, tí tey larma, sum øll børn jú vanliga gera. Tí meta vit, at hetta tilboðið er júst nakað fyri barnafamiljur.
- Vit vóna, at matstovan fær góða undirtøku og at hon gerst enn eitt íkast til matstovuvinnuna í Føroyum, sum seinastu árini er blivin meira fjølbroytt og professionell, sigur Naraphorn Chairoek.
Umframt vanligu upplatingartíðirnar, verður matstovan eisini opin fríggja- og leygarkvøld og út á náttina, fyri at bjóða býargestum okkurt øðrvísi enn tað, sum í løtuni er at fáa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald