Uttanlands

Nýggj ógvuslig álop væntast í Gaza

Hetta hevur Benjamin Netanyahu givið boð um. Ísrael vísir á, at Hamas hevur brotið vápnahvíldina á ymsan hátt

Benjamin Netanyahu (Mynd: EPA)

Benjamin Netanyahu (Mynd: EPA)

2025-10-28 18:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er framvegis ikki serliga friðarligt í Gasa. 

Eftir at fyrstu partur av einari vápnahvíld millum Ísrael og Hamas kom í lag fyrr í mánaðinum, var fyrst innanhýsis ófriður í Gasa, har Hamas millum annað drap fleiri av sínum egnu - onkur við almenna avrætting. 

Síðani hava Hamas og Ísrael ákært hvørt annað fyri at bróta ymiskt í vápnahvíldini, og í dag hevur Benjamin Netanyahu givið boð um at ísraelsk hernaðarmegi (IDF) aftur skal leypa á Gasa. Hetta við ógvusligari megi.

Tað skrivar tíðindastovan Reuters, og hevur ísraelska stjórnin váttað tíðindini á sosiala miðlinum X.

Tað hava verið nakrir skotbardagar millum partarnar seinastu dagarnar, og Netanyahu vísir á, at Hamas greitt hevur brotið friðaravtaluna. 

Hetta millum annnað við at leypa á ísraelsk herfólk í ymiskum økjum og at lata eitt "falskt lík" av einum gísla aftur til Ísrael - hetta skriva altjóða miðlar, og eru tað dronumyndir hjá IDF, ið vísa hetta. Umframt hetta manglar Hamas at lata Ísrael nakrar av gíslunum frá 2023. 

Á hinaru síðuni verður peika aftur eftir ísraelska forsætætisráðharranum fyri at "provokera" og "als ikki vilja frið".

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder