Innanlands

Nýggj pantskipan væntandi løgd fyri tingið í heyst

Arbeitt verður saman við IRF og handilsvinnuni við at gera eina skipan, sum ger tað møguligt hjá borgarum at lata øll íløt inn á einum stað uttan mun til, hvar tey eru keypt, sigur landsstýriskvinnan í umhvørvismálum í svari til munnligan fyrispurning

Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-04-13 07:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein lóg um nýggja pantskipan verður væntandi løgd fyri tingið í heyst.

Tað segði Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum í svari til munnligan fyrispurning, sum Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin setti henni í tinginum mikudagin.

Jóhannis Joensen spurdi hvørjar ætlanir eru viðvíkjandi avbjóðingini við panti fyri fløskur og íløt í Føroyum, um ætlanin er at gera tað møguligt at selja allar fløskur á einum stað, og um ætlanin er at taka ímóti saftfløskum og øðrum fløskum, sum einki pant fæst fyri í dag.

Sambært landsstýriskvinnuni verður í løtuni arbeitt saman við IRF og handilsvinnuni við at gera eina nýggja skipan fyri handfaring av pantíløtum.

– Tað er ætlanin, at mann ger eina pantskipan, sum IRF kemur at umsita. IRF stendur fyri at heinta íløt í handlum, at sortera tey, at gjalda pant til handlarnar, at krevja pantið frá innflytarum og bryggjaríum og syrgja fyri at fáa endurnýtt tilfarið, sum kemur inn, segði hon.

Við nýggju skipanini fara allir handlar at taka ímóti øllum íløtum, sum eru pantskyldug í Føroyum, uttan mun til, hvar tey vórðu keypt, og tá skipanin er sett í verk, kann mann útbyggja hana til eisini at fevna um onnur íløt, sum pant ikki fæst fyri í dag. Møguliga verður eisini gjørligt at lata handlunum fløskur frá rúsdrekkasøluni, so alt kann latast inn á einum stað, segði landsstýriskvinnan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder