Mentan

Nýggj røð av hoymakonsertum í Gøtu

Bert 20 atgongumerki verða seld til hvørja konsert

Fyrsta hoymakonsertin verður við Eivør Pálsdóttir (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Fyrsta hoymakonsertin verður við Eivør Pálsdóttir (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-02-18 08:07 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

HOYMAsligt er ein nýggj røð av heimakonsertum frá G! Grunninum. Sum heitið bendir á, so líkist HOYMAsligt tí, sum fólk kenna frá HOYMAbit og HOYMA.

Endamálið er at seta tónleikin, hugnan og nærleikan í hásæti, og konsertirnar verða hildnar heima hjá privatfólki í Norðragøtu.

Talan er um sera avmarkað tal av áhoyrarum, tí seld verða einans 20 atgongumerki til hvørja konsert.

Afturvið konsertini bjóða vertirnir kaffi og okkurt søtt.

Fyrsta konsertin í røðini verður leygarkvøldið 27. februar. Á skránni er Eivør Pálsdóttir.

Tey sum fara at spæla HOYMAsligt næstu leygarkvøldini frá 27. februar fram til 1. mai, verða umframt Eivør, Marius Ziska, Guðrið Hansdóttir, Lena Anderssen, Lyon Hansen, Høgni Lisberg og Kári Sverrisson.

Atgongumerki á 260 kr verða sett til sølu á atgongumerki.fo á middegi í morgin.
Einans 20 atgongumerki verða seld til hvørja konsert. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder