Innanlands

Nýggj sjónvarpsrøð um 90-ára føðingardagin

"Dinner for five" verður í seks pørtum og skal takast upp seinni í ár. Hendingarnar fara fram eina hálva øld áðrenn tiltikna dagin, og Sir Toby, Admiral von Schneider, Mr. Pommeroy og Mr. Winterbottom koma til lívs

James og Miss Sophie verða skjótt at síggja í nýggjum

James og Miss Sophie verða skjótt at síggja í nýggjum "hami" og í nýggjum umstøðum - alt verður ikki sum vanligt

2023-01-01 13:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sum vanligt varð "90-ára føðingardagurin" vísur í Kringvarpinum í gjárkvøldið. Har bar til at síggja tænaran James spæla ymiskar leiklutir og rúsa seg til føðingardagin hjá "Miss Sophie", ið áleggur honum, at lata sum um hann er fýra ymiskir menn.

Tað var "same procedure as every year", eins og tað var hjá sjónvarpsrásum í millum annað Danmark, Svøríki, Finnlandi, Estlandi, Eysturríki, Sveis og Týsklandi - í Noregi varð stutti skemtileikurin sum vanligt vístur tollaksmessudag.

Upprunaheitið er "Dinner for one", og var tað filmað av týska felagnum Norddeutcher Rundfunk í 1962. Tað var tó bygd á ein bretskan skemtileik frá 1920'unum, og hóast tað eisini eru bretsku sjónleikararnir Freddie Frinton og May Warden, ið spæla í tí filmaðu útleggingini, so hevur leikurin ongantíð veruliga vunnið frama í Bretlandi, og tað verður eitt týskt framleiðslufelag sum seinni í ár fer at framleiða framhaldi.

Tað verður í roynd og veru eitt slag av bakgrund til 90-ára føðingardagin hjá Miss Sophie, og teir "hugskaptu" menninir við borið koma til lívs. Sambært The Guardian og danska TV2 fer nýggja røðin at vera í seks pørtum, og hendingarnar fara fram 51 ár áðrenn føðingardagin. 

Sir Toby, Admiral von Schneider, Mr. Pommeroy og Mr. Winterbottom vera allir veruliga við, og stríðast teir um Miss Sophie, ið tá er 39-ára gomul. Tá Sophie fyllur 90 eru allir hennara gomlu vinir/biðlar deyðir, og tí spælir James so nógvar leiklutir. Tænarin James verður eisini við í nýggju røðini, sum týska framleiðslufelagið UFA eftir ætlan kemur út við einaferð í 2023.

Danmarks Radio vísti 90-ára føðingardagin/Dinner for one fyri 44. ferð í gjár. Í 1985 var skemtileikurin ikki vístur fyri fyrstu ferð í nøkur ár, men DR fekk so nógvar klagur um hetta, at tað síðani hevur verið møguleiki at fara til borðs við "Miss Sophie" á hvørjum ári.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder