
Í einum samstarvi millum Visit Tórshavn og Býarskipanardeildina hjá Tórshavnar kommunu er nýggj skelting um Viðarlundina í Havn sett upp.
Fimm yvirlitsskeltir og fleiri vegvísarar settir upp í og kring Viðarlundina.
Endamálið við nýggju skeltunum er at vegleiða borgarum og gestum, sum vitja Viðarlundina, og samstundis geva teimum eina betri fatan av, hvat hon hevur at bjóða, skrivar Tórshavnar kommuna.
Á yvirlitsskeltunum ber til at síggja hvar ein er staddur, gonguleiðirnar í Viðarlundini, lesa um standmyndirnar, samstundis sum pílaskeltir vísa vegin m.a. oman í miðbýin, niðan til Listasavnið og til Williams hús.
(Mynd: Tórshavnar kommuna)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald