“Ljós í myrkri” eitur nýggja sýningin hjá Dramaverkstaðnum, sum verður sýnd í dag, 30. apríl og í morgin, 1. mai á Tjóðpallinum.
Gjøgnum monologar, dialogar, ljósshow við LED-stavum, LED- poi, lýsandi veingjum og nógvum øðrum spennandi, vera áskoðarnir førdir inn í annan heim, har næmingar í aldrinum 9-16 ár, saman við lærarum á Dramaverkstaðnum, hava gjørt eina sera spennandi og øðrvísi sýning, har næmingarnir vísa sínar dygdir innan koordinatión, rørslur og orðaframførslu.
Næmingarnarir hava í vetur, útyvir vanliga dramaundirvísing, fingið frálæru í m.a. stavum, poi, gykl og butohdansi, sum hevur lagt lunnar undir hesa nýggju og øðrvísi sýningina, skrivar Dramaverkstaðið í tíðindaskrivi.
Allur tekstur er skrivaður av næmingunum sjálvum, og øll koreografiin byggir á hugskot frá næmingunum. Á tann hátt hava næmingarnir haft stóra ávirkan á endaliga úrslitið av hesu spennandi og øðrvísi sýning, sum er deild upp í fleiri smá brot, sum øll spæla sær við orðini ljós og myrkur.
Allur tónleikur, sum verður brúktur er føroyskur.
Sýningarnar, sum eru egnaðar til allar aldrar verða á Tjóðpalli Føroya, og hvør sýning tekur á leið 45 min.
Stuðlað hava Meginfelag Áhugaleikara Føroya, Føroya Ungdómsráð, og Tjóðpallur Føroya.
Atgongumerki til sýningarnar, sum verða seinnapartin í dag og í morgin, kunnu keypast á atgongumerki.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald