Í dag, 3. juni, læt nýggj Telebúð upp á flogvøllinum. Hetta er ein liður í at veita tænastu til vágafólk og tey mongu ferðafólkini, ið ferðast um Vága Floghavn.
Við árslok 2016 læt Føroya Tele eina avgreiðslu upp á flogvøllinum. Hetta varð gjørt í samstarvi við Visit Vágar, sum líka síðan hevur veitt tænastur fyri Føroya Tele. Í dag læt so nýggj Telebúð upp á flogvøllinum, og hon er í sama sniði sum allir hinir handlarnir kring landið.
Hans Jákup Langgaard, stjóri í FT Samskifti, frøist um nýggju Telebúðina.
”Vága Floghavn er í eini tilgongd at gera flogvøllin meira kundavinarligan, og hetta hóskar væl til okkum. Tað er týdningarmikið fyri okkum, at vit kunnu møta kundanum júst har, sum hann hevur tørv á okkum. Við nýggja handlinum lata vit eina Telebúð upp aftur í Vágum, og hon fer at koma vágafólkum og ferðafólkum til gagns”.
Føroya Tele hevur nú Telebúðir í Havn, Hoyvík, Klaksvík, Saltangará, á Tvøroyri og flogvøllinum.
- Føroya Tele
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald