Innanlands

Nýggj vegleiðing um arbeiði hjá børnum og ungum

Nú summarfrítíðin er byrjað og nógv børn og ung fara til arbeiðis, hevur Arbeiðs- og brunaeftirlitið gjørt eina nýggja vegleiðing um arbeiði hjá børnum og ungum undir 18 ár – Í vegleiðingini verður m.a. greitt frá, hvussu gomul børn skulu vera fyri at kunna verða sett í starv, og hvørji sløg av arbeiði børn og ung kunnu hava

2021-06-30 19:45 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Arbeiðs- og brunaeftirlitið gevur út nýggja vegleiðing um arbeiði hjá børnum og ungum undir 18 ár.

Nú summarfrítíðin er byrjað og nógv børn og ung fara til arbeiðis, hevur Arbeiðs- og brunaeftirlitið gjørt eina vegleiðing um arbeiði hjá børnum og ungum undir 18 ár.

Ungir arbeiðstakarar hava ofta avmarkaðar royndir á arbeiðsmarknaðinum. Teirra vitan og tilvitska um møguligar vandar í arbeiðinum kann tí vera avmarkað. Hetta hevur við sær, at ungu arbeiðstakararnir eru serliga viðbreknir, hvat viðvíkur trygd og heilsu. Arbeiðsumhvørvislógin ásetur serskildar reglur fyri arbeiðstakarar yngri enn 18 ár, og endamálið við nýggju vegleiðingini er at ítøkiliggera hesar reglur.

Í vegleiðingini verður m.a. greitt frá, hvussu gomul børn skulu vera fyri at kunna verða sett í starv, hvørji sløg av arbeiði børn og ung kunnu hava, eins og mælt verður til, hvørji evnir, tilfar, tól og amboð ungir arbeiðstakarar av heilsu- og trygdar ávum ikki eiga at handfara.

Sí vegleiðingina her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder