2019-03-06 13:14
Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur gjørt eina nýggja vegleiðing um hvílutíð og frísamdøgur. Endamálið við vegleiðingini er at greiða frá teimum reglum, ið løgtingslógin um arbeiðsumhvørvi ásetur um hvílutíð og frísamdøgur.
Vegleiðingin lýsir, hvat arbeiðstíð er, greiðir frá týdninginum av hvíld og frídøgum og vísir á, hvørjar reglurnar og undantøkini fyri hvílutíð og frídagar eru, skrivar Arbeiðsmannafelagið á heimasíðuni.
Millum annað kann lesast um undantøk frá 11 tíma hvílutíðini, um arbeiði sunnu- og halgidagssamdøgur, og um arbeiði, sum kunnu vera vandamikil fyri trygd og heilsu.
Gjørligt er at taka vegleiðingina niður her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald