Nýggj verkætlan um fiskayngul á Landgrunninum fer í gongd á Havstovuni í næstum. Endamálið er at kanna livilíkindini hjá toska-, hýsu-, hvítingbróðri- og nebbasildayngli frá apríl, tá larvurnar júst eru klaktar til endan á juni, beint áðrenn toskur og hýsa taka botn. Ein treyt fyri góðari tilgongd til fiskastovnarnar er, at nógv av ynglinum yvirlivir. Havstovan hevur gjørt yngulkanningar í seinnu helvt av juni síðani 1983, og hesar kanningar vísa stórar millumárligar broytingar í stødd og nøgd av yngli, skrivar Havstovan.
(Millum árligar broytingar í longd og tali av toska og hýsuyngli í seinnu helvt av juni 1983-2018.) |
Bæði toskur og hýsa gýta inni á Landgrunninum um várið, og bæði sløgini gýta fleiri ferðir í einar 2-3 mánaðar. Toskur gýtir eini 500 túsund – 5 mió. egg og hýsan 100 túsund til 1 mió. egg, alt eftir støddini á kvennfiskinum. Eggini flotna eftir gýting, og spjaðast við sjóvarfalsstreyminum um Landgrunnin. Klekingin fer fram uml. 2 vikur eftir gýting. Fyrstu 3 mánaðarnar livir ynglið uppi sjónum á innara Landgrunninum (Mynd 2), har tað einamest etur djóraæti. Nýliga er staðfest, at millumárligu broytingarnar, sum síggjast á yngultúrinum koma av, at yngulin veksur betri summi ár enn onnur, umframt at tað summi ár doyr lutfalsliga nógv burturav tí yngli, sum fyrst var gýttur. Kanningar av føðini hjá toskayngli benda á, at tað er føðimangul, sum elvir til variatiónirnar. Enn er tó ógreitt, júst hvør føði hevur størstan týdning fyri yngli og tískil eisini hvar fløskuhálsurin er. Fyri at fáa greiðu á hesum, fer Havstovan við Magnusi Heinasyni at savna inn yngul á Landgrunninum fleiri ferðir frá apríl til juni 2019. Ætlanin er at kanna tal, longd, aldur og magainnihald hjá ynglinum umframt at gera kanningar av føðiviðurskiftunum og umhvørvinum. Á hendan hátt ber til at lýsa, nær ein møguligur fløskuhálsur uppstendur og hvør orsøkin er. Verkætlanin er fíggjað av Granskingarráðnum.
(Yngul útbreiðsla í seinnu helvt av juni 1993-2018. Brotastrikan vísir miðal leguna hjá sjóvarfalsfrontinum)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald