Innanlands

Nýggj vísindalig grein um persónligar avleiðingar av haturstalu og ærumeiðing

Greinin hjá Sigri M. Gaïni samanber persónligu avleiðingarnar av haturstalu við persónligu avleiðingunum av ærumeiðing. Greinin, sum er úrslit av ph.d.-verkætlan, er givin út í vísindaliga tíðarritinum Sofia Philosophical Review. 

Niðurstøðan er, at um ein argumenterar fyri lógum ímóti ærumeiðing, so eigur ein eisini at argumentera fyri lógum ímóti haturstalu.

Niðurstøðan er, at um ein argumenterar fyri lógum ímóti ærumeiðing, so eigur ein eisini at argumentera fyri lógum ímóti haturstalu.

2022-12-27 18:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nýggj vísindalig grein eftir Sigri M. Gaïni er nýliga útgivin í vísindaliga tíðarritinum Sofia Philosophical Review

Greinin “The Individual Consequences of Hate Speech – A Comparison of Defamation and Hate Speech/Group Libel” samanber persónligu avleiðingarnar av haturstalu við persónligu avleiðingunum av ærumeiðing og vísir á, at høvuðsargumentini fyri at hava lógir ímóti ærumeiðing eisini gera seg galdandi, tá ið ræður um haturstalu.

Tað er fyrst og fremst persónligur skaði, sum vart verður ímóti ígjøgnum lógir ímóti ærumeiðing, og í greinini verður argumenterað, at haturstala eisini elvir til persónligan skaða fyri teir einstaklingar, ið hoyra til minnilutabólkar, ið eru fyri haturstalu.

Niðurstøðan er sostatt, at um ein argumenterar fyri lógum ímóti ærumeiðing, so eigur ein eisini at argumentera fyri lógum ímóti haturstalu.

Greinin kann lesast frítt her

Greinin er úrslit av ph.d.-verkætlan hjá Sigri M. Gaïni, sum er stuðlað av Granskingarráðnum.

Granskingarráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder