Innanlands

Nýggj Voxbotn cider frá OY

Voxbotn cider í ár er frá OY, og ikki frá Okkara sum undanfarin ár

2023-02-17 17:13 Author image
Sverri Egholm
placeholder

OY hevur í dag kunngjørt nýggja cider, ið kallast Voxbotn Cider 23 – Hylliblóma & Pera.

Okkara hevur annars framleitt cider hjá Voxbotn seinastu árini, men nú er nýggjur navnastuðul hjá festivalinum í Vágsbotni, og tí eisini nýggjur framleiðari.

Síðan Voxbotn Cider kom á marknaðin, hevur hon verið sera væl umtókt og er hon javnan útseld á hillunum kring landið. Hetta hevur ført við sær, at nýggj Voxbotn cider nú er komin á marknaðin, hesuferð við hylliblómu og peru smakki.

Voxbotn Cider 23 – Hylliblóma & Pera fæst longu nú til keyps á OY og í rúsdrekkasøluni á Miðlon, og hon kemur á hillarnar kring alt landið ein av næstu døgunum.

Hetta merkir samstundis, at Voxbotn cider verður til keyps á OY Voxbotn 2023.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder