Innanlands

Nýggja bussleiðin dagførd á Google

Dagførda bussleiðin í Tórshavnar kommunu sæst á Google Maps

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-07-23 21:35 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nú er Google Maps dagført við teimum broytingum í bussleiðini í Tórshavnar kommunu, sum komu í gildi 22. juli. 

Á Google Maps sært tú stytstu leið frá a til á, og tú sært altíð nær bussarnir koyra, skrivar Tórshavnar kommuna. 

Tórshavnar kommuna ger vart við, at er okkurt galið á eini leið, ber til at boða kommununi frá á [email protected].

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder