Innanlands

Nýggja farnetið ávirkaði ársúrslitið hjá Føroya Tele

Føroya Tele hevði 14 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í 2022 – men landskassin fær 30 milliónir krónur í vinningsbýti

Roknskapurin er merktur av, at Huawai farnetútgerðin er niðurskrivað og útskift við 5G útgerð frá Ericsson (Savnsmynd: Føroya Tele)

Roknskapurin er merktur av, at Huawai farnetútgerðin er niðurskrivað og útskift við 5G útgerð frá Ericsson (Savnsmynd: Føroya Tele)

2023-04-24 17:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ársúrslitið hjá Føroya Tele var 14 milliónir krónur eftir skatt í 2022. Tað er væl lægri enn í 2021, tá ið avlopið eftir skatt var góðar 40 milliónir krónur. 

Hóast afturgongd á botnlinjuni eru nevnd og stjórn samanumtikið nøgd við 2022, har samfelagsliga týðandi íløgur vóru gjørdar í farnetið, og har stór tøk vóru tikin í verkætlanini Fipur-Til-Heimið. 

Samtakið gjørdi íløgur fyri tilsamans 184 milliónir krónur, ið eru við til at framtíðartryggja føroyskt fjarskifti. 5G, sum væntandi koyrir við fullari ferð í summar, er grundarlagið undir talgilda samfelagnum. 

Í verkætlanini Fipur-Til-Heimið verður alt koparnetið skift út og lagt av nýggjum við fipurtøkni. Fipur er nútímans tøkni, sum gevur skjótt og álítandi internetsamband gjøgnum ljósleiðaratægrar. 

Ársúrslitið

Ársúrslitið kom niður á 14 milliónir krónur eftir skatt í 2022, tí neyðugt var at niðurskriva Huawei-útgerðina í samtakinum við 31 milliónum krónum. Huawei-útgerðin kann ikki brúkast í fjarskiftinum, eftir at Føroya Tele hevur gjørt týðandi íløgur í 5G-netið frá Ericsson.

Uttan niðurskrivingarnar av Huawei-útgerðini, hevði úrslitið verið á leið tað sama sum árið fyri – 39 milliónir krónur eftir skatt.

Bruttoúrslitið  og úrslitið fyri avskrivingar eru kortini á støði við raksturin í 2021 – og millum bestu úrslit síðan 2018. Nettosølan vaks úr 407 milliónum krónum upp í 415 milliónir krónur. Hesin vøksturin stavar í stóran mun frá øktari sølu av telefon- og sjónvarpstænastum.

Ársfrásøgnin sæst her 

Útlitini fyri 2023 eru góð, og um einki óvæntað hendur, verður roknað við einum munandi betri ársúrsliti í ár. 

30 milliónir krónur í vinningsbýti

Á aðalfundinum í dag var samtykt at lata Føroya Landsstýri, sum eigur allan partapeningin í samtakinum, 30 milliónir krónur í vinningsbýti. Tað er sama upphædd sum í 2021. 

Í samtaksnevndini eru Bjarni Arnason, formaður, Johnni M. Poulsen, næstformaður, Lena L. Mohr og Annbritt Tummasdóttir Andersen, sum øll fýra eru vald av landsstýrinum. 

Starvsfólkavaldu umboðini eru Ólavur Simonsen, Levi T. Nybo og Janus Djurhuus, sum kom í nevndina í staðin fyri Finnbjørn Simonsen, ið hevur verið starvsfólkaumboð seinasta fýra árini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder