Eysturkommuna hevur fingið nýggja heimasíðu. Kommunan skrivar at arbeitt hevur verið í eina tíð við at dagføra síðuna við nýggjum hentleikum, og so hon er meira tillaga til mobila brúkaran, sum nú er meira enn annarhvør vitjandi.
Á nýggju heimasíðuni eru býráðsfundir meira sjónligir á forsíðuni. Borgarin fært skjótt yvirlit yvir nær næsti býráðsfundur er, og kann skjótt taka niður fundarfrásøgnina frá seinasta fundi. Hetta er fyri at gera tað lættari hjá borgarum at fáa fatur á kunning um hvørjar avgerðir býráðið tekur.
Harafturat er ein nýggjur teigur gjørdur yvir verkætlanir/arbeiði sum eru í gongd, so tað er lættari hjá borgarum at fylgja við, hvørji arbeiði eru í gongd, og hvussu langt hesi eru komin. Endamálið við hesum er at sjónliggera arbeiði, sum eru í gongd, og at gera arbeiðsgongdina meira gjøgnumskygda við regluligum støðulýsingum av hvussu arbeiðið gongur, skrivar kommunan á nýggju heimasíðuni.
Kommunan hevur eisini lagt ein upplesara inn, sum ger tað lættari hjá sjónveikum at fylgja við. Til ber at trýsta á bláa knøttin niðast til høgru og so Lurta. So verður innihaldið á síðuni lisið upp.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald