2023-05-26 06:50
Á býráðsfundi í gjárkvøldið samtykti Klaksvíkar býráð at arbeiðið við Hotell Bisk kann fara í gongd.
Eftir ætlan stendur hotellið liðugt á Biskopstorgi í 2025 og tað verður við 81 kømrum, matstovu, ráðstevnuhølum og vælveruøki.
Skúrar eru settir upp á økinum, har hotellið skal byggjast, og nú kann farast í gongd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald