
Í 2017 varð gamla missiónshúsið í Rituvík rivið niður. Eftir gjølla prát og støðutakan í stýrinum varð sligið fast, at húsið, ið stóð til reiðar 82 ár frammanundan, var ótíðarhóskandi, og at umvælingar og útbygging ikki fóru at vera nóg mikið.
- Gamla húsið var nærum ikki bjálvað. Tá nógv regn var, setti vatn inn í kjallaranum, lekar vóru á takinum, og vindeyguni vóru stak vánalig. Til vanlig tiltøk var salurin í erva nóg stórur, men salurin í kjallaranum var mangan alt ov lítil, tí einans 60 fólk sluppu til borðs í senn. Tað bar heldur ikki til at hava meira enn eitt tiltak í senn í húsinum, tí tað hoyrdst so væl ímillum. Var eitt nú barnaansing í neðra, hoyrdist tað væl uppiá. Atkomuviðurskifti, vesihentleikar og goymslupláss vóru heldur ikki nøktandi.
Soleiðis greiddi stýrisformaðurin Hjalmar Hansen frá í Trúboðanum fyri beint undir trimum árum síðani. Tá var ætlanin, at nýggi bygningurin skuldi vera innilokaður 30. juni 2020, men hetta var seinkað - arbeiðið áðrenn varð eisini seinkað: Fundamentið varð stoypt í desember 2018.
Tekningin av húsinum
Nýggja missiónshúsið (Myndir: Trúboðin)
Ymiskt er komið ímillum á vegnum, men áðrenn hesin mánaðin er liðugur, verður nýggja missiónshúsið í Rituvík vígt, og ovara hæddin verður tikin í nýtslu.
- Síðsta árið hava sjálvboðin arbeitt eitt kvøld um vikuna og onkuntíð meiri. Síðstu tvær vikurnar hava umleið 10 sjálvbodnir mans verið til arbeiðis hvørt kvøld, og tað munar sera væl. Tveir handverkarar eru til arbeiðis í vikuni,
pluss teir sum koma um kvøldarnar, so vit verða lidnir til vígsluna, segði Hjalmar Hansen við truboðin.fo mánadagin.
Tað var TN-bygging, sum bygdi og innilokaði húsini, men arbeiðið inni hevur verið sjálvboðið, og hevur sum nevnt omanfyri verið støðugt síðsta árið og uppraðfest seinastu tíðina.
Myndir: Trúboðin
Sjálv vígslan verður nú sunnudagin, 29. januar. Byrjað verður klokkan 16, og tað verður formaðurin í Kirkjuligu Heimamissiónini, Símun Persson Jacobsen, sum vígur húsið Sjálv vigslan tekur umleið ein tíma, og so verður steðgur, skrivar Trúboðin.
Síðani fara Hjalmar Hansen og Meinhard Bjartalíð, prestur, at hava orðið, og bæði Manskórið í Rituvík og Taborkórið av Toftum fara at syngja. Umleið kl. 17.30 verður ein meira frí løta, har heilsanir og annað verður á skránni. Høvi verður eisini at geva eina gávu til húsið, sigur Hjalmar.
Niðara hæddin varð gjørd liðug, áðrenn farið var undir ovaru hæddina. Áðrenn tað var virksemið í Frítíðarskúlanum við Stórá, tí gamla missiónshúsið var tikið niður.
Gamla húsið var í tveimum hæddum, sum tilsamans taldu 192 fermetrar. Nýggja missiónshúsið í Rituvík verður eisini í tveimum hæddum, men er meira enn tvífalr so stórt, tí hvør hædd verður 200 fermetrar. Ein sonevndur ”multisalur” er niðriundir, har eini 120 sleppa til borðs, tá størri tiltøk eru. Harumframt eru køkur, uppvaskirúm, goymsla, tvey vesi og tøknirúm í neðra. Í erva er ein salur, 110 fermetrar til støddar, ein stova, ið eitt nú kann brúkast til fundarvirksemi, barnaansing, bønarmøtir og annað, goymslurúm og eitt vesi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald