Innanlands

Nýggja nevndin í IRF farin til verka

Í nýggju nevndini sita Gunnvá S. á Lofti, forkvinna, Alvi Mortensen, næstformaður, Davia Nicolajsen, Frank Müller, Atli Fróði Johansen, Annika Steintórsdóttir Biskopstø

(Mynd: IRF)

(Mynd: IRF)

2025-05-23 15:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á aðalfundi hjá IRF, sum var á Sandi 29. apríl, varð nýggj nevnd vald, og í gjár var nýggja nevndin savnað til sín fyrsta fund, sum bleiv hildin á Hagaleiti í Leirvík.

Í nýggju nevndini sita Gunnvá S. á Lofti, forkvinna, Alvi Mortensen, næstformaður, Davia Nicolajsen, Frank Müller, Atli Fróði Johansen, Annika Steintórsdóttir Biskopstø.

Á skránni til hendan fyrsta fundin var dentur lagdur á kunning og framløgur, soleiðis at nýggju nevndin er væl klødd til nýggju uppgávuna. Harumframt var eisini tíð til eina rundvísing á brennistøðini, móttøkuhøllini, skiljihøllini, oljureinsiverkinum og í serhøllini.

Nevndin hjá IRF verður vald av nýggjum eftir hvørt kommunuval fyri fýra ár. Nevndarlimirnir umboða hvør sítt øki í landinum.

Tilverugrundarlagið hjá IRF er at savna og viðgera burturkast og spillvatn á umhvørvisliga rættan hátt, bæði fyri at fyribyrgja dálking av okkara umhvørvi og tryggja, at tilfeingið í burturkastinum verður hildið í ringrás. IRF hevur skyldu at taka ímóti øllum burturkasti, og tí skal IRF eisini ganga á odda á burturkastøkinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder