Innanlands

Nýggja politistøðin verður 30 milliónir krónur dýrari enn væntað

Danski ráðharrin í byggimálum hevur biðið fíggjarnevndina um at hækka samlaðu játtanina til politistøðina úr 108 milliónum upp í 138 milliónir krónur

Mynd: Bygningsstyrelsen

Mynd: Bygningsstyrelsen

2018-10-20 14:19 Author image
Oda Strøm
placeholder

Ole Birk Olesen, danskur ráðharri í byggimálum, hevur nú biðið fíggjarnevndina hjá fólkatinginum um at hækka samlaðu játtanina til nýggju politistøðina í Húsagøtu úr 108 milliónum upp í 138 milliónir krónur. Tað veit Kringvarpið. 

Sostatt verður nýggja politistøðin í Havn 30 milliónir krónur dýrari enn upprunaliga væntað. 

Av teimum 138 milliónunum eru umleið 42 milliónir fyri keypið av bygninginum í Húsagøtu. Einans tvey feløg bjóðaðu uppá verkætlanina, og boðini vóru hægri enn Bygningsstyrelsen hevði mett kostnaðin at verða. Harafturat sigur Kringvarpið, at nakrar milliónir komu afturat samlaða kostnaðinum, ið ikki var roknaður uppí frá byrjan av - m.a. fleiri parkeringspláss og eyka trygdartiltøk í húsinum.

Danska felagið Ommen og Møller fekk arbeiðið.

Løgreglan í Føroyum flutti tíðliga í 2011 úr hølunum í Jónas Broncksgøtu til hølini Yviri við Strond, tí blámusoppur varð staðfestur í hølunum í Jónas Broncksgøtu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder