Í dag varð rundkoyringin við vegamótið Heygsvegin/Landavegin/Íslandsvegin tikin í nýtslu. Rundkoyringin, ið leingi hevur verið ávegis, fer vónandi at lætta um tungu ferðsluna á vegastrekkinum.
Rundkoyringin líkist ikki øðrum rundkoyringum í kommununi. Hendan skínur sum ein sól og er eitt stórt smíl. Hetta fer vónandi at hava við sær, at hon sæst væl í myrkri umframt at fáa fólk at smílast.
Umsitingin ásannar, at vegarbeiðið hevur verið drúgt og ikki frítt fyri ampa hjá ferðandi og fólki í grannalagnum. Men við hesari dagføringini av vegastrekkinum verður vónandi friður í rúma tíð, skrivar kommunan.
Jákup Dam, formaður í Teknisku nevnd, helt røðu í sambandi við, at rundkoyringin varð tikin í nýtslu. Røðan kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald