2024-08-22 15:11
Peter Hummelgaard, danski løgmálaráðharrin, er á vitjan í Føroyum í hesum døgum og í hesum sambandi klippir hann snórin til nýggju skjótihøllina hjá Føroya Politi.
Nýggja skjótihøllin, sum er í gomlu smoltstøðini í Norðadali, ger tað møguligt hjá politinum at hava skjótivenjingar alt árið uttan mun til veður og vind. Skjótihøllin er eitt týdningarmikið íkast til eitt sterkari politi í Føroyum.
Skjótihøllin hevur kostað umleið 14 milliónir krónur at byggja, og Føroya Politi hevur nú nakrar av teimum bestu skjótifacilitetunum í danska politinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald