Í sambandi við, at nýggja spæliøkið í skúlanum í Gøtu er liðugt og klárt at taka í brúk, var ein lítil hátíðarløta í miðgongini á skúlanum við Gøtugjógv fríggjadagin. Jóhan Christiansen, borgarstjóri, segði nøkur orð, áðrenn Hallur Foldbo, næmingur í 7. flokki, klipti snórin, og spæliøkið alment læt upp.
Arbeiðið at gera spæliøkið hevur verið drúgt, og næmingarnir hava bíðað spentir. Eftir at arbeiðið hevði ligið stilt eina tíð, orðaðu næmingarnir eitt skriv, har heitt varð á býráðið um at bera so í bandi, at spæliøkið varð gjørt liðugt beinanvegin. Borgarstjórin segði seg fegnast um, at næmingarnir kenna til teir fólkaræðisligu mannagongdirnar og á hendan hátt vildu gera sína ávirkan galdandi, skrivar Eysturkommuna.
115 næmingar høvdu skrivað undir áheitanina, sum varð latin borgarstjóranum tann 27. februar í ár. Og nú, 4 mánaðar seinni, stendur snotiliga spæliøkið liðugt og kann verða til gleði og gagns fyri øll, bæði í og uttanfyri skúlatíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald