Í dag eru 12 yrkadagar gingnir síðan løgtingsval var, og tað merkir, at klokkan 10 í dag skal vera løgtingsfundur. Tað stendur í Stýrisskipanarlógini.
Hetta hóast semja er funnin um eina nýggja samgongu ella ikki.
Samgongan er funnin, og landsstýrisfólkini eisini almannakunngjørd. So í veruleikanum er ikki tann stóru spenningurin til løgtingsfundin nú klokkan 10.
Endamálið við fundinum er í fyrsta lagið at góðkenna úrslitið løgtingsvalið.
Tað er elsti maður á tingi, ið setur løtgingin, og leiðir tingfundin til nýtt tingforfólk er vald. Elsti maður á løgtingi er Jenis av Rana, skjótt fyrrverandi formaður í Miðflokkinum.
Jenis av Rana er 73 ára gamal, føddur 6. januar 1953. Hannvarð fyrstu ferð valdur í løgtingi á valinum 1994.
Eftir at løgtingið hevur góðkent úrslitið av løtgingsvalinum 26. mars, skulu skulu løgtingsforfólk og trý næstforfólk veljast. Flokkarnir í ABC-samgonguni hava avtalað, at sambandsmaðurin Johan Dahl verður løgtingsformaður.
Og sum nummar fýra á skránni verður kunngjørt hvør verður løgmaður. Í hesum sambandi fer landsins yngsti løgmaður nakrantíð, Beinir Johannesen, alment at kunngera hvørji hann fer at útnevna til landsstýrisfólk.
Á móttøku í Tinganesi seinnapartin verða nýggju landsstýrisfólkini tilnevnd.
--
Jenis av Rana hevur nú sett tingið og bjóða øllum - serliga teimum nývaldu tingfólkunum á ting.
Síðan heitti hann á fýra tingfólk um at kanna valbrøvini og valúrslitið. So verður tingfundurin tikin uppaftur um ein hálvan tíma
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald