Innanlands

Nýggja tyrvimóttøkan og reinsiverkið avhendað

Týsdagin varð nýggja tyrvimóttøkan og reinsiverkið úti í Nýggjheiðum í Kvívík avhendað. Nýggja plássið verður mett at nøkta tørvin næstu 30 árini

Tyrvihøllin (Mynd: IRF)

Tyrvihøllin (Mynd: IRF)

2023-01-12 14:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Týsdagin var avhendingin av nýggju tyrvimóttøkuni og reinsiverkinum úti í Nýggjheiðum í Kvívík.

Á støðini er móttøka av tyrviburturkasti, eitt tyrvingarpláss og eitt reinsiverk til rottangaevju. Tað var í desember 2019, at IRF og Tórshavnar kommuna gjørdu samstarvsavtalu um felags viðgerð av tyrviburturkasti og rottangaevju, og arbeiðið, sum byrjaði í 2020, hevur gingið eftir ætlan. PB Consult hevur verið høvuðsráðgevi, og J&K Petersen hevur staðið fyri byggingini saman við undirveitarum.

Nú byggingin er liðug, verður fyrsta tíðin brúkt til royndarkoyringar, men skjótt væntast støðin at koyra eftir ætlan, og frameftir verður viðgerð av øllum tyrviburturkasti og allari rottangaevju úti í Nýggjheiðum.   

Útbjóðing av fyrsta byggistigi, sum umfataði avhegning av tyrvingarplássi, uppsamlingarveitir og leiðingsarbeiði, var boðið út á heysti 2019 og varð avhendað í mai mánað 2020. Annað byggistig, sum var spreinging og planering fyri bygningunum v.m. varð avhendað á heysti 2020. Triðja og seinasta byggistig varð boðið út á sumri 2020, og sáttmálin um høvuðsarbeiðstøku varð undirskrivaður 1.september 2020. J&K Petersen hevur gjørt øll trý byggistigini.

Staðsetingin av nýggju støðini er vald út frá tí góða og slætta lendinum úti í Nýggjheiðum í Kvívík, og so liggur støðin eisini í hóskandi frástøðu frá bygdum øki. Nógv orka er løgd í at laga verkætlanina so væl til lendið sum gjørligt.

Umframt at gera økið klárt at taka ímóti tyrviburturkasti og rottangaevju eru tríggir bygningar bygdir á økinum. Ein høll at savna saman tyrviburturkast, eitt reinsiverk til rottangaevju umframt eitt bilhús til rottangabilar.

Nýggja plássið verður mett at kunna nøkta tørvin komandi 30 árini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder