Innanlands

Nýggja Veðrið flotað

Ein av best umtóktu tænastunum á Portalinum hevur fingið eina yvirháling. Nýggja Veðrið er komið út

2025-03-07 15:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Vit hava seinastu vikurnar royndarkoyrt eina av best umtóktu tænastunum á Portalinum, Veðrið, sum nú er klárt at flota.

Tænastan hevur fingið eina yvirháling og vit hava seinastu vikurnar móttikið rís og rós frá brúkarunum.

Vit vita, at fólk eru vanabundin og flest øll kunnu ikki torga broytingar. Tí hava vit verið varin, nú vit hava dittað okkum at gjørt dagføringar.

Nakrar rættingar og tillagingar eru gjørdar seinastu vikurnar og nú er klárt at koyra út. Vit halda tó fram við at gera dagføringar og betringar.

Sært tú onkran feil ella hevur tú viðmerkingar um okkurt, sum tú heldur átti at verið øðrvísi, send ein teldupost til [email protected].

Veðrið finnur tú enn sum áður í valmyndini ovast á Portalinum.

Royn nýggja Veðrið her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder