Tað er Paulina Eliasen, sum hevur sniðgivið vakra dúkin, og tvær raskar lokalar kvinnur hava evnað hann úr Patchwork. Litirnir í altardúkinum eru heintaðir bæði frá altartalvuni og møplapolstringini her í kirkjuni, skrivar Fólkakirkjan á heimasíðuni.
Hesin altardúkurin er við í nýggju bókini hjá Paulinu Eliasen “Altardúkar – átta nýggj mynstur”, sum Føroysk Kirkjumál gav út beint fyri jól. Um mynstrið á dúkinum sigur Paulina sjálv, at stjørnan vísir vegin til fjósið, og krossurin vísir vegin til páskirnar. Sostatt hóskar tað seg eisini væl at víga henda vakra altardúkin í dag – millum jól og páskir. Paulina hevur havt tveir sálmar/sangir í huganum, tá ið hon sniðgav altardúkin – og peika teir bæði á stjørnuna og krossin.
Kelda: Folkakirkjan.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald