2023-05-05 08:43
Í dag var avhandan í Havnardali. Talan er um tríggjar snotiligar timburbrúgvar, ið varliga leggja seg í lendið á serliga útvaldum støðum, og eitt lendisgøtukervi, sum er longt við umleið 620 metrum.
Áhugin er stórur fyri gøtunum. Gamla brúgvin um Sandá hevur siðsøguligt virði fyri kommununa sum bygningsverk og sum minnisvarði um grótlaðarahandverkið, sum ikki er vanligt í dag.
Tí valdi Tórshavnar kommuna at seta brúnna aftur í upprunastand herfyri. Brúgvin er nú ein fagurfrøðiligur partur av kommunalu gøtuskipanini, sum einans er fyri gangandi og súkklandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald