Mentan

Nýggjar útgávur og sálmabók sum app

80 ár síðan føroyskt varð góðkent sum kirkjumál

2019-06-22 09:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein nýggj app við øllum sálmunum í Sálmabók Føroya kirkju og ljósareyða ískoytinum er um at verða liðug. Týsdagin verður ein umfatandi bókaframløgu í Dómkirkjuni í Havn, og millum útgávurnar, ið verða lagdar fram, er henda sálmaappin, sum kann heintast niður á fartelefonirnar og líknandi tól í komandi viku.

Tað er Føroyskt kirkjumál, sum bjóðar til bókaframløguna í Havnar kirkju fyrrapartin týsdagin.

Bøkurnar, ið verða lagdar fram eru hesar: Broytt og víðkað útgáva av Altarbók Føroya kirkju, fyrsta útgáva av Handbók Føroya kirkju, fimm endurútgávur av Sálmabók Føroya kirkju  í ymiskum støddum, og so nýggja útgávan av sálmabókini saman við sálmabókaruppískoytinum sum app.

[object Object]

1939, 1989, 2019
Í ár eru 80 ár liðin, síðan føroyskt mál varð góðkent sum kirkjumál. Sama ár var givin út løggild altarbók. Í ár eru eisini 30 ár liðin, síðan 2. útgáva av sálmabókini varð løggild, sum kom út árið eftir í 1990.

Tað er Føroya løgmaður, sum løggildir Altarbók Føroya kirkju. Á framløgudegnum handar løgmaður Føroya biskupi fyrsta eintakið av altarbókini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder