Innanlands

Nýggjárshald og nýggjársdansur á Strondum

Fýrverk verður skotið á midnátt, og síðani verður suppa, felagssangur og dansur við Finni Olsen og Martini Sømark í Bygdahúsinum

2022-12-29 17:44 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Eins og undanfarin ár verður skipað fyri nýggjárshaldi við bygdahúsið á Strondum um midnáttarleitið.

Fýrverk verður skotið á midnátt, og aftaná bjóða vit øllum inn í bygdahúsið til suppu.

Í bygdahúsinum syngja og hugna vit okkum fram til kl. 01:30, tá kommunan bjóðar øllum ókeypis til rimmar nýggjársdans við Finni Olsen úr "Upp á tá" og Martin Sømark úr "Sunrise".

Í ár er eisini ætlanin at seta blikk upp rundan um bygdahúsið - til hetta krevjast fleiri hendur. Um onkur hevur hug at hjálpa til við hesum, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Harald Hammer, tlf. 224328.

Sjóvar kommuna

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder