Vestmanna kommuna skipar fyri nýggjárshaldi við kyndlagongu, báli og fýrverki gamlaárskvøld, leygardagin 31. desember.
Byrjað verður við kyndlagongu við ruskplássið Skilagátt klokkan 19.30. Gingið verður síðani framvið heiminum á Grønanesi oman á kaiina, har bálið verður tendrað. Felagssangur - Tíðin rennur sum streymur í á - verður við bálið, skrivar vestmanna.fo.
Klokkan 23 fara blikkamenninir at tendra blikkini, og hálvan tíma seinni verður fýrverk skotið á økinum við Havnarskrivstovuna. Kommunan stendur fyri fýrverkinum, og heitir á fólk um at njóta tað í fjarstøðu.
Aftaná midnátt verður dansur í Silkienni.
- Í samband við at kommunan skipar fyri felags báli, verður ikki givið loyvi til onnur bál. Heitt verður á fólk um ikki at fylla á felagsbálið.![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2022/12/28/890x590/1672229643fzfwtsjb4a.jpeg)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald