Innanlands

Nýggjasta strandfaraskipið eitur Spógvin

Føroya Landsstýri yvirtikið Alpha Pilot, og báturin hevur fingið nýtt navn

Alpha Pilot fær nú navnið Spógvin (Mynd: Strandferðslan)

Alpha Pilot fær nú navnið Spógvin (Mynd: Strandferðslan)

2019-03-15 15:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Strandferðslan boðaði í síðstu viku frá, at tey høvdu keypt bátin Alpha Pilot at sigla á Hestleiðini.

Í dag boðar Sjóvinnustýrið frá, at Føroya Landsstýri hevur yvirtikið bátin, og at hann fær navnið Spógvin. Hann heimahoyrandi í Hesti.

Heðin Mortensen, landsstýrismaður í Samferðslumálum, segði fyrr í vikuni, at tað fóru at gangar einar tvær vikur áðrenn báturin var klárur at seta í fasta sigling.

Báturin skal málast bláur eins og hini strandfaraskipini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder