
Landsapotekarin hevur sett Duritu Rask Olsen í starv sum apotekari á Suðuroyar Apoteki.
Durita er útbúgvin farmaseutur frá Det Farmaceutiske Fakultet á universitetinum í Keypmannahavn í 2007. Í 2023 tók hon akademiútbúgving í projektleiðslu.
Eftir lokna útbúgving hevur hon starvast í fimm ár á Kastrup og Dragør Apotek har hon hevur fingið drúgvar royndir við avgreiðslu av viðskiftafólkum.
Hon hevur eisini royndir við framleiðslu- og góðskuarbeiði sum akademikari á Statens Serum Institut .
Síðan 2013 hevur hon starvast á framleiðsluapotekinum sum farmaseutur í góðskudeildini, har hon hevur havt nógvar ymiskar arbeiðsuppgávur innan góðskuarbeiði.
Hon hevur drúgvar royndir innan góðskuskipanirnar GMP og ISO 9001.
Durita tekur við starvinum 1. septembur 2025.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald