Mentan

Nýggjur dokumentarur um Heðin Brú

Fyrri partur av nýggjari sending um Heðin Brú, sum Suni Merkistein og Hans Petur Hansen hava lagt til rættis, verður sendur í sjónvarpinum í kvøld eftir Dag og viku

2025-03-20 15:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Rithøvundurin Heðin Brú mundi eiga innivist í stovuni í mongum føroyskum heimi í sínari tíð.

Í nógvum húsum sóust allar hansara bøkur standandi á hillunum. Skaldsøgur og stuttsøgusøvn í einari røð. Føroyingar lósu Heðin Brú. Hann skrivaði søgur, sum fólk kendu seg aftur í og tóku til sín.

Av føroyskum prosahøvundum var hann kanska tann, sum føroyingar í drúgt áramál vóru bestir við.

Týddur til fleiri fremmandamál
"Feðgar á ferð", ið fleiri ferðir var lisin sum framhaldssøga í útvarpinum, hevur vunnið støðu sum klassikari í føroyskum bókmentum.

Bøkur hansara vóru eisini týddar til fleiri fremmandamál og lisnar víða hvar.

Hann verður framvegis mettur sum eitt av mætastu prosaskaldum, ið skrivað hevur á føroyskum.

Var landbúnaðarráðgevi
Heðin Brú var listamannaheiti, ið Hans Jákup Jacobsen (1901-1987) fekk sær. Hann var føddur og vaks upp í Skálavík fyrst í farnu øld.

Eftir nøkur ár til skips og ein vetur á háskúla í Havn helt hann seg hava ráð at fara burtur at lesa.

Í 1928 tók hann prógv sum búnaðarfrøðingur í Danmark.

Heimkomin fór hann at arbeiða innan føroyska landbúnaðin, í 1942 tók hann við sum landbúnaðarráðgevi. Tað gjørdist hansara lívsstarv, skrivingina fekst hann við í fríløtum.

Heimbygdin kendist ov trong
Undirheitið á fyrra partinum, "Loystur úr fjøtrum", sipar til strev høvundans at frígera seg frá øllum teimum, ið leggja honum meinbogar í vegin at halga seg til skaldskapin.

Heimbygdin kennist honum ov trong, hann vil út um bøgarðarnar at royna flogið.

Ikki fyrr enn hann er staddur í Danmark, tekur hann dik á seg og fer av álvara undir at skriva. Men søgurnar, ið bilgjast innan í honum, spretta úr heimbygdini. Tað er føroyska fólkið og bygdalívið í Føroyum, sum Heðin Brú fyrst og fremst skrivar um.

Tað eru Suni Merkistein og Hans Petur Hansen, sum leggja til rættis nýggju dokumentarrøðina í tvinnanda pørtum um Heðin Brú.

Kringvarp Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder