Ein nýggjur felagsskapur, Skills Føroyar er stovnaður í samstarvi millum Føroya Handverksmeistarafelag, Føroya Handverkarafelag og Landsfelag handverkaranna.
Endamálið er at skapa ein sterkan pall fyri menning av yrkisfakligum førleikum, skrivar Vinnuhúsið.
Stovnararnir síggja Skills Føroyar sum eitt týdningarmikið stig í arbeiðinum at gera handverksfakini meira sjónlig og at styrkja teirra støðu á føroyska arbeiðsmarknaðinum.
Høvuðsendamálið hjá Skills Føroyum er at skipa fyri FM-kappingum fyri lærlingar og ung fakfólk innan fyri ymisk handverksfak. Kappingarnar skulu geva luttakarunum møguleika at vísa síni fakligu evni, fáa virðismiklar royndir og samstundis eggja fleiri ungum at velja eina yrkisútbúgving.
Umframt FM-kappingar er eitt langtíðarmál at knýta føroyskar lærlingar at altjóða kappingarumhvørvinum, har bestu ungu handverkarar í heiminum kappast og læra av hvørjum øðrum.
Við Skills Føroyum vilja stovnararnir skapa ein varandi pall, sum heiðrar handverk, nýhugsan og fakligan stoltleika, skrivar Vinnuhúsið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald