Mentan

Nýggjur filmur um jólamenninar í Hvalba

Filmurin, sum er gjørdur í sambandi við jólahaldið í Roynhøllini, kemur úr á YouTube í kvøld

2025-12-28 15:17 Author image
Innsent
placeholder

Sunnukvøldið 28. desember kemur nýggjasti filmurin um Jólamenninir í Hvalba alment út.

Nógv kenna til Jólamenninir í Hvalba, sum liggja á YouTube. Hetta er ein røð av filmun, sum gjørdir eru í sambandi við jólahaldið í Roynhøllini, sum á hvørjum er millum jól og nýggjár.

Fyrsti filmurin kom í 2009 og skjótt var greitt at hesir jólamenninir eru nokk so óargaligir, teir stjala og altíð er løgreglan ein partur av filmunum. Eisini sjúkrabilar og brandbilar eru við í onkrum av filmunum. Eitt stuttligt og annarleiðis íkast til jólahaldið í Roynhøllini.

Men fyri at øll, skulu hava ein møguleika at síggja filmarnar, sum gjørdir eru, so eru teir eisini at finna á YouTube.

Í ársins filmi verður gjørd ein roynd at fáa skikk í jólamenninar við at bæði ein lærari og prestur royna at terpa við teimum. Hvussu væl tað eydnast, ja tað sæst YouTube.

Filmurin er almennur, beint eftir jólahaldið í Roynhøllini, tann 28. desember kl. 19:00.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder