Innanlands

Nýggjur frítíðarskúli á Eiði

Sáttmáli er gjørdur við Sp/f Búð, sum skal byggja nýggjan frítíðarskúla undir Kolshjøllum. Hann skal standa liðugur til skúlaársbyrjan 2027

Anfinnur Kruse og Tonny Kruse fyri Sp/f Búð saman við Jógvani í Skorini og Tove Kruse Samuelsen fyri Eiðis kommunu (Mynd: Eidi.fo)

Anfinnur Kruse og Tonny Kruse fyri Sp/f Búð saman við Jógvani í Skorini og Tove Kruse Samuelsen fyri Eiðis kommunu (Mynd: Eidi.fo)

2025-12-18 22:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eiðis kommuna og Sp/f Búð hava í dag undirskrivað sáttmála um frítíðarskúla á Eiði.

Á bygdaráðsfundinum tann 16. desember samtykti Eiðis bygdaráð at Eiðis kommuna skuldi undirskriva sáttmála við Sp/f Búð um at byggja nýggjan frítíðarskúla undir Kolshjøllum á Eiði.

Tað er Magnus Hansen sum hevur teknað frítíðarskúlan. Frítíðarskúlin er teknaður í samstarvi við leiðslu og námsfrøðingar á økinum.

Seinastu árini hevur frítíðarskúlin húsast í einum sethúsum, so eingin ivi er um at nýggju umstøðurnar koma væl við.

Frítíðarskúlin verður bygdur undir Kolshjøllum. Talan er um økið beint eystanfyri skúlan og vegur verður gjørdur niðan til lendið. Frítíðarskúlin verður lagdur soleiðis at børnini frítt kunnu ganga úr skúla og yvir í frítíðarskúla, uttan at tey skulu yvir um nakran veg. Frítíðarskúlin skal standa liðugur til skúlaársbyrjan 2027.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder