Innanlands

Nýggjur fyrstilærari í Kaldbak

Magnus Reimar í Króki, sum hevur røkt starvið seinastu mánaðirnar, tekur við starvinum 1. august

Magnus Reimar í Króki

Magnus Reimar í Króki

2023-06-07 16:02 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Landsstýrismaðurin við barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Magnus Reimar í Króki í starvið sum fyrstalærari í Kaldbaks skúla frá 1. august at rokna.

Magnus Reimar í Króki er 34 ára gamal og tók læraraprógv í Blaagaard / KDAS - UCC í Danmark í 2016.

Síðan lokna útbúgving hevur hann starvast bæði í donskum og føroyskum fólkaskúla. Tey síðstu trý árini sum lærari í Kaldbaks skúla, og síðan 1. februar í ár hevur hann harumframt verið virkandi fyrstilærari í Kaldbaks skúla, eftir at Anna Maria Reinert Jensen gavst fyri at gerast skúlastjóri í Vestmanna.

Magnus Reimar í Króki hevur fyrr verið virkin sum hondbóltsdómari í bestu deildini samstundis sum hann áður hevur verið venjari í ungdómsdeildini í bæði hondbólti og fótbólti.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder