Ein nýggjur handil er latin upp heima á Sandi. Talan er um ein lítla sølubúð, sum selur grønmeti.
Einki serligt varð gjørt burtur úr upplatingini, og sigast skal, at handilin er nakað einfaldur, gjørdur av plattum og spønplátum, og tænastan í handlinum verður so at siga ongin.
Talan er meira um eitt skjól, sum Miðstovugarðurin hevur sett upp á Sandafløttinum, har møguleiki er at keypa tað, sum veksur á Sandafløttum.
Soleiðis skrivar Miðstovugarður á Facebook um garðshandilin:
”Hey sandoyggjafólk. Nú skal tað vera slut við at alt letur aftur her í oynni, hendan sølubúðin læt upp í gjár, og heldur áframm so leingi nakrar gularøtur eru eftir á Sandafløttinum. Tit mugu orsaka at vit ikki høvdu nakra ”opnings cermoni" við pylsum og sodavatni, talum og hornorkestri. Men tað verður kanska eina aðru ferð, ella til næsta byggistig. Gerið tykkum tilgóðar, og um tit leggja nakrar krónur í fuglabúrið hevði tað verið frálíkt.”
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald