Innanlands

Nýggjur háttur at kanna pneumokokkar royndur

– Í hesi kanningini royndu vit ein nýggjan kanningarhátt, ið kallast ”Digital PCR”, sum er betur til at finna smáar mongdir av pneumokokkum, tá dyrkan og mikroskopi oftani ikki finnur bakteriuna, sigur Arnfinnur Kallsberg, ph.d.-lesandi, sum saman við øðrum hevur skrivað grein um royndir við einum nýggjum kanningarhátti at finna lungnabrunabakeriuna, sum eisini verður nevnd pheumokokkar

(Mynd: Gransking.fo)

(Mynd: Gransking.fo)

2025-12-01 22:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Arnfinnur Kallsberg, ph.d.-lesandi, hevur saman við starvsfeløgum skrivað grein um royndir við einum nýggjum kanningarhátti at finna lungnabrunabakeriuna “Streptococcus pneumoniae” - eisini kallað “pneumokokkar”.

Greinin er almannakunngjørd í tíðarritinum Scientific Reports hjá Nature, skrivar Granskingarráðið.

Arnfinnur Kallsberg sigur soleiðis um kanningina og greinina:

– Streptococcus pneumoniae, ella pneumokokkar, eru bakteriur, ið nógv børn eru berarar av uttan at gerast sjúk. Bakterian kann eisini elva til álvarsama sjúku. At staðfesta bakteriuna er ikki altíð lætt við vanligum mannagongdum, so sum dyrkan og mikroskoperan. Hendan avbjóðingin ger, at sýnið ikki altíð verður staðfest, serliga tá lítil mongd av bakteriuni er til staðar, sigur Arnfinnur Kallsberg.

– Í hesi kanningini royndu vit ein nýggjan kanningarhátt, ið kallast ”Digital PCR”, sum er betur til at finna smáar mongdir av pneumokokkum, tá dyrkan og mikroskopi oftani ikki finnur bakteriuna. Sensitiviteturin er soleiðis betur við digital PCR samanborið við vanliga dyrkan og mikroskoperan.

Arnfinnur Kallsberg sigur, at nýggi kanningarhátturin fann munandi fleiri pneumokokkar, enn dyrkan ger, og var hann serliga góður at staðfesta bakteriuna, har lítil mongd var til staðar. Nýggi kanningarhátturin var eisini neyvari, tí hann tryggjar, at tað veruliga er pneumokokkur, ið talan er um, tá sýnið slær út positivt.

– Hetta vísir, at digital PCR er ein meiri álítandi kanningarháttur til at kanna beraratíttleika av pneumokokkum hjá smáum børnum. Hetta kann samstundis hjálpa okkum betur at skilja, hvussu beraratíttleikin av pneumokokkum ímillum føroyingar er, og gevur møguleika fyri eini betri mynd av smittuspjaðing og hvørjar pneumokokkkoppsetingarsløg vit skulu brúka í Føroyum.

Greinin, sum kallast “Duplex ddPCR detection of lytA and piaB in Streptococcus pneumoniae from nasopharyngeal swabs”, er úrslit av samstarvi millum granskarar á Roskilde Universitet, Fróðskaparsetri Føroya, Thetis, Sjúkrahúsverkinum og Statens Serum Institut.

Høvundarnir eru Arnfinnur Kallsberg, Jarleivur H. Magnussen, Anni Djurhuus, H.C. Slotved, Marita Debess Magnussen, Shahin Gaini & Karen A. Krogfelt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder