Innanlands

Nýggjur havmyndil fyri Føroyar

Nú ber til at síggja hvar rákið og vatnstøðan er í havinum kring Føroyar fimm samdøgur fram

2025-12-17 16:43 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Havtoymið á Veðurstovu Føroya (hevur síðani í fjørsummararbeitt við at menna ein havmyndil fyri føroyska sjóøkið. Nú er komið so langt, at fyrsta ”beta” útgávan er løgd á heimasíðuna.

Í Havtoyminum eru Knud Simonsen, Jari í Hjøllum og Bárður A. Niclasen.

Við í myndlinum eru:

  • Eitt sjóøkið, ið fevnir um allan landgrunnin og næstu bankarnar vestanfyri.
  • Stutt millum roknipunktini niður í 50 metrar inni við land, men longri millum roknipunktini úti á djúpum havi.
  • Astronomiska sjóvarfallið við 8 konstituentum.
  • Avrenning við áunum, sum tó er savnað í 279 høvuðsáir og fyribils við miðalavfalli.

Í hesari fyrstu sleppingini eru kort, sum vísa vatnstøðuna og rákið fyri hvønn hálva tíma frá degnum undan og fimm dagar fram. Hetta eru úrslit frá koyringum við myndlinum, sum sjálvvirkandi verður settur í gongd at rokna hvørt samdøgur við seinastu tøku tølunum fyri drívkreftunum. Fyribils er bert ávirkanin av sjóvarfallinum og áunum við í myndlinum.

Arbeitt verður við at knýta havmyndilin saman við veðurforsagnirnar, soleiðis at ávirkanin av veðrinum á rák og vatnstøðu eisini er við. 

Myndilin sæst her

Tíðindaskriv frá Veðurstovu Føroyar


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder