Skjótt ber til at kanna, hvussu nógva tíð tú brúkar á Facebook og Instagram, at seta mark fyri, hvussu leingi tú sleppur at vera á, og fáa eina áminning, tá tað er tíð at útrita. Eisini fer tað at bera til at sløkkja fyri notifikatiónum í eitt ávíst tíðarskeið.
Tú kemur at finna nýggja hentleikan við at trýsta á "settings" og trýsta á "your activity" á Instagram ella "your time on Facebook" á Facebook.
Hetta kemur, eftir at kanningar hava víst, at ung, ið brúka ov nógva tíð á sosialu miðlunum eru verri fyri sálarliga enn tey, ið brúka lítið av tíð, skrivar BBC.
Ein kanning frá UC San Diego og Yale vísti, at fólk, ið trýsty fýra ferðir so ofta á leinkjur ella dámdu dupult so nógvar dagføringar "vóru verri fyri sálarliga enn vanligt".
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald