Mikumorgunin varð ein nýggjur íbúðarbygningur varð reistur í Vestmanna.
Talan er um ein bygning á Bakka við fýra íbúðum á 74 fermetrar. Byrjað var at seta lidnu elementini upp mánadagin og í gjár varð bygningurin reistur.
Tað er byggifyritøkan við Hjarvardi Kjærbæk, ið letur íbúðirnar byggja. EYA arkitektar hava teknað.
Tað er stórur eftirspurningur eftir bústaði í Vestmanna og er nýggi íbúðarbygningur eitt gott íkast til at bøta um tann eftirspurning. Tær fýra íbúðirnar eru longu umbidnar, skrivar Vestmanna kommuna.
Í 2022 umbygdi Bústaðir gomlu kommunuskrivstovuna til sjey íbúðir og í 2024 bygdi eitt privat felag ein íbúðarbygning við seks íbúðum á Niðara Vegi. Nú verða so fýra íbúðir bygdar afturat.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald