Innanlands

Nýggjur leiðari fyri barnatannrøktina í Klaksvík

37 ára gamli Markus Hvannastein hevur seinastu tvey árini starvast sum tannlækni hjá Tannspenn í Klaksvik, umframt at hann hevur royndir innan barnatannrøkt frá Tannhald í Leirvík og eisini frá Tasiilaq Tandklinik í Grønlandi

Markus hevur sín fyrsta arbeiðsdag á Klaksvíkar barnatannrøkt í dag (Mynd: Klaksvíkar kommunu)

Markus hevur sín fyrsta arbeiðsdag á Klaksvíkar barnatannrøkt í dag (Mynd: Klaksvíkar kommunu)

2021-09-01 15:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Markus Hvannastein er nýggjur leiðari fyri barnatannrøktina í Klaksvík, og hevur hann sín fyrsta arbeiðsdag í dag. Tað skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðuna.

Markus er 37 ára gamal og hevur tikið tannlæknaprógv frá Københavns Tandlægeskole í 2012. Markus er ættaður av Viðareiði og er búsitandi í Klaksvík.

Seinastu tvey árini hevur Markus starvast sum tannlækni hjá Tannspenn í Klaksvik, umframt at hann hevur royndir innan barnatannrøkt frá Tannhald í Leirvík og eisini frá Tasiilaq Tandklinik í Grønlandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder