“Í himlinum nógv vakurt er” eitur nýggjur sangur, sum júst er komin út á talgildu tónleikapallarnar.
Tað er Krista Winther Lognberg, sum hevur skrivað bæði orð og sangin, sum er skrivaður til minnis um kvinnu, sum fór hiðani fyrr í ár.
Sangurin er innspældur sum duett millum Kristu og mann hennara Sámal Hanna Lognberg.
Jákup Zachariassen hevur lagt upptøkuna til rættis og framleitt. Sjálvur spælir hann eisini guittar, mandolin, dobro og ljómborð. Hinir tónleikararnir eru Filip Zachariassen á guittar, Andy Leftwich á fiól, Eyðun Johannesen á bass og Josva Debes á trummum. Óli Poulsen hevur miksað og mastrað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald